Heinta, ella fá vøruna senda heim. Ókeypis frakt í Føroyum, um keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Shock Absorber Ultimate RUN sport-BH
Shock Absorber Ultimate RUN sport-BH
  • Load image into Gallery viewer, Shock Absorber Ultimate RUN sport-BH
  • Load image into Gallery viewer, Shock Absorber Ultimate RUN sport-BH

Shock Absorber Ultimate RUN sport-BH

Vanligur prísur
549,00 kr
Søluprísur
549,00 kr
Vanligur prísur
Útselt
Unit price
pr. 
Íroknað MVG Shipping calculated at checkout.

Extreme Bounce Control

Shock absorber eru førandi innan framleiðslu av sports-BH’um!

Við áhaldandi vísindaligum granskingum saman við the University of Portsmourt - leiðandi ekspertar í bróstheilsu, hava tey ment eina røð av serstakliga væl stuðlandi BH'um til kvinnur.

Við fakligum baklandi í heimsklassa hevur Shock absorber verið ekspertar í Sport-BH økinum.

Allir sport-BH’ir frá Shock Absorber eru gjørdir úr “high perfomance” tilfari ið flytur burtur sveitta, quickdry og 2-3 meira haldbarir enn onnur kend merki.

Shock Absorber Ultimate RUN - stuðlandi Sport-BH, ið gevur frælsi, so tú kanst njóta títt virkna ítriv, uttan plágur.

 Prísvinnandi og viðmældir av kvinnum um allan heim.

Vunnið gull og silvur prís til 2019 Running Awards og fleiri ørðum Heilsu/vælveru miðlum.

 Mentir úr vísind, framleiddir við tøkni.

Málið hjá Shock Absorber er at veita kvinnum ein sport-BH ið gevur stuðul og frælsi í serflokki, heilt frá ekstreman ítrótt til vanligt ítriv.

Framúr stuðul, eisini til barmfagrar kvinnur.

Shock Absorber stuðlar so mikið væl, at tú næstan gloymur tú ert í honum. Kvinnur viðmæla ferð eftir ferð Shock absorber sum tann besta og mest haldbara sport-BH’in á marknaðinum, serliga kvinnur við stórum barmi.


Hvussu eru støddirnar?

Shock Absorber Ultimate RUN er lítil í støddini. Vel tí eina stødd størri í ummál, enn vanligt. Um tú t.d. Vanliga nýtir 75D, skalt tú ístaðin velja 80D, ella fara eina stødd upp í skál.


Hvat modell skal eg velja?

Ger tær greitt, um tú vilt nýta hann til ítrótt ella vanliga gerandis nýtslu. At byrja við hava vit toppseljarnir hjá Shock Absorber Ultimate RUN og Shock Absorber Active Multisport til ekstreman ítrótt, so sum renning, ríðing og annan ítrótt við nógvum hoppum. Ynskir tú ein stuðlandi BH til gerandis nýtslu, ert tú vælkomin at skriva til okkara og greiða frá tínum tørvi, so bíleggja vit heim skjótast gjørligt.