Privatlívspolitikkur
Persónsupplýsingar
Ravna.fo viðger persónsupplýsingar eftir persónsdatalógini. Upplýsingar sum kunnu knýtast til teg
sum persón, verða ikki givnir til aðrar fyritøkur.
Privatlívspolitikkur
Føroyska persónuspplýsingarlógin og tilhoyrandi kunngerðir, og The General Data Protection
Regulations (GDPR), ið umfatar alt ES, hava sum endamál at verja og betra um rættindini hjá tí
skrásetta. Hendan verjan umfatar verju av persónsupplýsingum, verju móti ólógligari viðgerð av
persónsupplýsingum og verju móti óavmarkaðum flutningi av persónsupplýsingum millum ES-lond.
Viðmerkjast skal, at GDPR umfatar ikki upplýsingar, ið longu eru almennar.
Hvørji vit eru
Heimasíða: https://www.ravna.fo
Hvørjar persónligar upplýsingar vit samla og hví?
Viðmerkingar
Tá vitjandi viðmerkja á hesi heimasíðu, heinta vit teir upplýsingar, ið eru sjónligir á viðmerkingarfrymlinum, saman við IP-addressuni og útgávu á netkaga (browser), fyri at forða fyri spam.
Sambandsfrymlar
Við at útfylla sambandsfrymilin við tínum upplýsingum, gevur tú loyvi, at hendan heimasíða kann nýta hesar upplýsingar til, at senda tíðindabrøv, tilboð, kunning og annað viðkomandi tilfar.
Vanliga verður spurgt eftir: teldupostbústaði, fornavni, eftirnavni, bústaði, og telefonnummari.
Tíðindabræv
Við at tilmelda teg til tíðindabræv verður teldupostbústaður tín lagdur í listan yvir tey, ið kunnu fáa boð umvegis teldupost, sum kunnu innihalda upplýsingar um handils- ella lýsingartilfar, sum viðkemur hesi heimasíðu/tænastu. Tín teldupostbústaður kann eisini verða lagdur í listan, eftir at tú hevur
teknað teg til hesa heimasíðu, ella gjørt eitt keyp á heimasíðuni.
Vanliga verður spurgt eftir: Fornavni, eftirnavni, teldupostbústaði og bústað.
Farspor (Cookies)
Um tú leggur eina viðmerking á okkara heimasíðu, loyvir tú okkum at goyma títt navn, tín teldupostbústað og heimasíðu í farsporum (cookies). Hetta er til tín hentleika, so tær ikki nýtist at tøppa inn tínar upplýsingar av nýggjum, tá tú leggur eini boð afturat á heimasíðuni. Hesi farspor eru galdandi í eitt ár.
Um tú hevur ein brúkara og innritar á hesa heimasíðu, seta vit eitt fyribils farspor fyri, at staðfesta um tín netkagi loyvir nýtslu av farsporum. Hetta farspor inniheldur ongar persónligar upplýsingar og verður strikað tá tú sløkkjur netkagan.
Tá tú innritar seta vit fleiri farspor, fyri at goyma tínar innritingarupplýsingar, tíni persónligu val og uppseting í umsitingini. Um tú velur “Minst til mín” undir innritan, heldur tín innritan í tvær vikur.
Um tú útritar, verða øll farspor strikað.
Um tú broytir ella útgevur eina grein, verður enn eitt farspor lagt í tín netkaga. Hetta farsporð inniheldur ongar persónligar upplýsingar, og goymir einans eymerkingarnummari á greinini, sum tú júst hevur broyt. Hetta farspor fer úr gildið eftir einum degi.
Tilfar frá øðrum heimasíðum (embed)
Greinar á hesi heimasíðu kunnu innihalda tilfar frá øðrum síðum ella veitara (t.d. filmar, myndir, greinar, osfr.). Tilfar frá hesum heimasíðum uppførir seg á sama hátt, sum var tann vitjandi á hesum síðum.
Hesar heimasíður kunnu heinta upplýsingar um teg, brúka farspor, brúka sporing (tracking) frá triðjaparti, og hyggja eftir hvussu tú brúkar teirra tilfar á hesi síðu. Umframt hetta, so spora tær hvussu tú nýtir teirra tilfar, á hesi síðu, um tú hevur ein brúkara, ella er innritaður á teirra heimasíðu.
Greining (analytics)
Google Analytics er ein netgreiningatænasta, sum er útvegað av Google Inc. (“Google”). Google brúkar upplýsingar, ið teir savna, at spora og greina brúkið av hesi heimasíðu, fyri at gera frágreiðingar um hendingar á síðuni, og deila tær við aðrar Google tænastur.
Google kann brúka hesar upplýsingar, at síggja samanhang og persónliggera lýsingar á sínum egnu lýsingapallum.
Persónligir upplýsingar ið teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúk.
Viðgerðarstað: United States – Privacy Policy – Opt Out. Privacy Shield participant.
Facebook “Dáma”-knøttur og “Social Widgets” (Facebook, Inc. )
Facebook “Dáma”-knøtturin og “Social Widgets” eru tænastur, ið loyva samanspæl í millum hesa heimasíðu og sosiala miðilin hjá Facebook Inc.
Persónligir upplýsingar sum teir kunnu savna: Farspor og upplýsingar um brúksmynstur.
Viðgerðarstað: United States – Privacy Policy. Privacy Shield participant.
Hvussu leingi vit hava tínar upplýsingar
Um tú skrivar eina viðmerking, verður viðmerkingin og tað metadata, ið hoyrir til goymd í óavmarkaða tíð. Hetta er av teirri grund, at vit kunnu kenna brúkaran aftur og vátta øllum eftirfylgjandi viðmerkingum sjálvvirkandi, í staðin fyri at hava eina kø av viðmerkingum, sum skulu eftirhyggjast.
Fyri tey ið skráseta seg, sum brúkara á okkara heimasíðu (um møguleiki er til tað), goyma vit teir persónligu upplýsingar, sum tey geva á teirra vanga.
Allir brúkarar kunnu síggja, broyta og strika sínar
persónligu upplýsingar til eina og hvørja tíð (undantikið at broyta brúkaranavn). Umsitararnir av heimasíðuni kunnu eisini síggja og broyta hesar upplýsingar.
Hvønn rætt hevur tú yvir tínar upplýsingar
Um tú hevur ein brúkara á hesari heimasíðuni, ella hevur skrivað viðmerkingar, kanst tú umbiða at fáa tínar upplýsingar útvegaðar. Tú kanst eisini umbiða, at vit strika allar upplýsingar vit hava um teg.
Hetta er tó ikki í rokna teir upplýsingar, ið vit eru áløgd at goyma, fyri umsitingar-, lógar- ella trygdarávum.
Tíni rættindi sum skrásettur
Tá vit hava tínar persónsupplýsingar í varðveiðslu ella í viðgerð, hevur tú sum skrásettur altíð hesi rættindi:
Rætt til atgongd – Tú hevur altíð rætt til, at fáa avrit av teimum upplýsingum, ið vit hava um teg.
Rætt at rætta – Tú hevur rætt til, at fáa rættað tær dátur, ið eru skeivar ella ófullfíggjaðar
Rætt at verða gloymdur – Tú hevur undir ávísum umstøðum, rætt til at biðja um at tær persónsupplýsingar, ið vit hava um teg, skulu verða strikaðar.
Rætt at avmarkað viðgerð – Undir ávísum umstøðum hevur tú rætt til, at seta avmarkingar fyri hvussu tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.
Rætt til flyting av dáta – Tú hevur rætt til, at biðja um at tínar upplýsingar verða fluttar til annan veitara/felagsskap.
Rætt at mótmæla – Í ávísum førum hevur tú rætt til, at mótmæla, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar (millum annað til beinleiðis marknaðarføring “direct marketing”).
Rætt at mótmæla móti sjálvvirkandi viðgerð – Tú hevur rætt til at mótmæla í móti, at tínar
persónsupplýsingar eru fyri sjálvvirkandi viðgerð, ið verður nýtt til avgerðir, sum snúgva seg um teg ella til profilering av tær.
Hvar vit senda tykkara upplýsingar
Viðmerkingar kunnu vera sendar ígjøgnum eitt automatisera spamfiltur.
Allir upplýsingar og data verða hýst hjá Shopify inc.