Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Um okkum

 

Eg eiti Michel og fekk mínar fyrstu bibbuskógvar í 2008. Eg føldi nokkso skjótt hvussu kroppurin heilt av sær sjálvum fann sín rætta javnvág og hvussu gongulagið broytist. 

Ovfarin av hvussu stóra ávirkan fótbúnaður hevur á okkara kropsheilsu, gjørdist eg meira og meira tilvitað um at ganga og renna soleiðis sum vit er skapt til at røra okkum.

Við tíðini eru teir smáu stabilliseringsvøddarnar í niðara parti av beinunum blivnir alsamt sterkari og tað kemur t.d. ikki longur fyri at eg bekli føtirnir.

Sum yngri orkaði eg illa at renna tí tað kendis so óneyðuga tungt. Tað var tað eisini. Í dag havi eg lært at mín renniháttur var heilt skeivur, sum førdi við sær at eg hevði eitt sera óeffektivt rennilag. 

Tá ið eg renni í Fivefingers finnur mín kroppur aftur til sín rætta máta at renna uppá og setur teir røttu vøddarnar í øllum kroppinum at arbeiða, ið ger rennitúrin lættari og hugaligan.

 

Hví nýta øll ikki bibbuskógvar?

Tað er eitt sindur skelkandi tá ið man hugsar um hvussu nógv okkara gongulag og kropsburður broytist til tað verra, tá ið vit kroysta føtirnir í vanligar, anatomiskt ókorrektar skógvar. Sum dømi kann nevnast at rennilagið broytist frá forfót-fyrst til hælin-fyrst, tá ið vit renna.

Tá missa vit ein stóran part av fjarðingini, sum skal taka stoytin tá ið vit lenda, ið kann elva til eina røð av bein- og kroppstrupulleikum sum t.d. slit, skinnabeinsbruna, ryggtrupulleikar o.s.fr.                                                                  

Ravna.fo gerst veruleiki

Hóast eg havi verið stórbrúkari av bibbuskóm í nógv ár var tað ikki fyrr enn í 2020 at eg hugsaði at arðir Føroyingar eisini ynskja at nýta bibbuskógvar.

Navnið Ravna er eitt navn eg sjálv havi funnið uppá til vøkru svørtu sjefaratýkina hjá okkum. Eg havi altíð verið bergtikin av Ravninum við sínum styrki, vísdómi og stoltleika, so eg vildi geva henni eina kvennkyns versión av orðinum "Ravnur". 

Ravna.fo skal umboða vørur, ið onkursvegna hjálpa okkum aftur til okkara uppruna og finna aftur til tann vísdóm, ið har liggur goymdur, sum nógv hava gloymt í dag.

FiveFingers bibbuskógvar er okkara fyrsta vøra, sum vit hava roynt og elskað í nógv ár.

Takk fyri vitjana og ver vælkomin at vitja aftur fyri at finna vørur ið stimbra og menna teg, til ein prís, har øll kunna vera við.

Michel xx

ravna@ravna.fo

Tlf: 213939