Vel um tú vil heinta vøruna, ella um hon skal sendast. Um keypt verður fyri kr. 1.000,- ella meiri, er fraktin í FO ókeypis!

Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT
Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT
Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT
Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT
  • Load image into Gallery viewer, Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT
  • Load image into Gallery viewer, Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT
  • Load image into Gallery viewer, Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT
  • Load image into Gallery viewer, Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT

Kokusnøtuskál við skeið- NÝTT

Vanligur prísur
175,00 kr
Søluprísur
175,00 kr
Vanligur prísur
Útselt
Unit price
pr. 
Íroknað MVG Shipping calculated at checkout.

Sveipa máltíðirnar í kærleika í eina vakra serstaka kokusnøtuskál. Verður selt við tilhoyrandi bambusskeið.

 

Plastikkfríar máltíðir á ferðini ella heima

Ger tær eina litríka salat, havragrýn, smoothieskál ella summarskál í besta Boho stíli. Vistfrøðiligar endurnýtiligar kokusnøtuskálir v/ skeið er júst tað, tær tørvar til eina lekra tilvitaða máltíð, heima ella á ferðini. 


Serstakir og burðardygt

Av tí at Kokusnøtu skálirnar menna sítt egna skap og lit, er hvør einasta skál heilt serstøk. eru hondgjørdar í av kokusnøtum, ið annars høvdu verið burturbeind. Ístaðin kanst tú prýða um heimið og samstundis verða við til at stuðla einum góðum endamáli. 


Fairtrade og umhvørvisvinarligt

Jungle Culture samstarvar við lokalar framleiðarar í Vietnam. Smáu framleiðarnir tryggja etisk arbeiðpláss í bygdunum, so íbúgvar kunna liva eitt virðiligt lív og fáa skúlagongd. Alt tilfarið er vistfrøðiligt og hondgjørt úr lokalum tilfari. Umframt at verða vísa so sosiala ábyrgd, verður lagt áherðslu á at útjavna fyri tilfeingið, ið verður tikið úr náttúruni.

 

Skapa virðilig arbeiðspláss hjá lokalsamfeløgum

Lokalar kvinnur og menn skera kokusnøturnar til og forma skálir. Síðan verða tær pussaðar og smurdar við vistfrøðiliga kokusolju. Hareftir fara tær á verkstað og verða prýddar við mynstrum. Øll framleiðslan er gjørd úr hond og ongin vandamikil amboð verða nýtt. 

  Mongdaravsláttur kann gevast við keyp av fleiri skálum. Send fyrispurningar á T-post ravna@ravna.fo

Reingerð og viðlíkahald

Kokusnøtaskálir er ein livandi vøra og tí viðbrekin fyri stórum hitamunum. 

  • Vaska í flógvum vatni við eitt sindur av sápu
  • Smyr við kokusolju viðhvørt
  • Goym turt
  • Ikki leggja í blot
  • Tolir ikki mikroown ella ovn
  • Tolir ikki maskinvask
  • Hvítlakeraðu skálirnar kunnu blíva misslittar av litríkum mati, sum t.d. Karry.