Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Bibbusokkar, Outdoor

Bibbusokkar, Outdoor

Vanligur prísur
109,00 kr
Søluprísur
109,00 kr
Vanligur prísur
109,00 kr
Útselt
Unit price
pr. 
Íroknað MVG Shipping calculated at checkout.

Bibbusokkar til kaldari veður ❄️

Outdoor bibbusokkarnir eru úr somu haldbaru góðsku sum Fitness bibbusokkarnir, men innihalda mjúka merino-ull og eru eitt vet tjúkri.

Taka burtur sveitta

Sokkarnir taka burtur sveitta og torna skjótt, so tínir føtir altíð eru turrir, og væl tilpassar.

TRUFIT

Ein vælsitandi hælur er forstyrktur fyri eyka komfort. Fótsvangin er úr elastiskum tilfari, fyri at fylgja ymisku rørslunum í fótinum.

ANATOMISKAR TÁLUMMAR

Føtirnir arbeiða best, tá ið tínar 5 tær sleppa at røra seg frítt og óheftar av hvørjum ørðum. Bibbusokkar er tað einasta sokkasniðið, ið loyvur fulla fría rørslu, og hjálpir tær at virka betri.

Fyribyrgja bløðrur

Atskiltar tær fyribyrgja húð móti húð gníggjan. Nógvir langteinarennarir hava tikið bibbusokkar til sín, fyri at varðveita góða fótheilsu, tá runnið verður langt.

Sniðgivnir sum handskar til fótin, ið loyva biomekaniskar rættar rørslur, har allir vøddarnir í føtrum og beinum gerast virknir.

Støddir:

S = Str. 36-40

M = Str. 41-44

L= Str. 45-47

OBS. Sokkarnir eru nakað smáir í støddini.

 

 Sokkanir eru gjørdir av: 64% Merino Ull,  33% Nylon 3% Lycra®

Lycra ® er eitt kunstfibur, ið er sera sterkt, lætt, og fleksibult. Tað tolir væl vask, og heldur formin á sokkunum, hóast tað kann strekkjast 5 ferðir sína longd.

Vaskivegleiðing:

Maskinvask ella hondvask við max 30 hitastigum.

Mugu ikki bleikjast, strúkast ella reinsast, og má ei heldur koyrast í turkitrumlu.