Mjúkir og fjarðalattir berfótastyvlar.
Bleytir berfótaskógvar, ið fysioterapeutar hava ment, so tú kanst ganga og røra teg soleiðis, sum vit eru skapt til.
Hetta eru skógvar, ið ikki hava neiliga ávirkan á kropsburð og hvussu vit røra okkum. Hvørt stev kennist lætt og ótarnað.
Heilsufyrimun fyri kroppin og fyribyrgjandiNátúrlig og ótarnað fótrørsla kann gevur eina røð av kroppsligum fyrimunum. Í summum førum kunnu berfótaskógvar linna skaðar á rørsluapparatinum, og enntá endurskapa skaddar limir. Við at nýta berfótaskógvar regluliga, styrkir tú bein og kropp, og kanst fyribyrgja óhepnar skaðar og slit seinni í lívinum.
Við nærlagni og virðing fyri umhvørvinumAhinsa framleiðir allar sínar skógvar við hond í Evropa. Tilfarið er 100% veganskt og umhvørvisvinarligt. Tilfarsrøðin er í størstan mun endurnýtt tilfar so sum veganskt leður, hemp, bummull og innihalda ongar djóraúrdráttir.
Premium veganskt tilfar og framleiddir í EUAhinsa lovar at nýta best møguligt tilfar. Tí heita tey á sínar kundar, um at boða frá, um tey kenna eitt Evropeiskt virki, ið framleiðir hágóðsku-veganskt tilfar til skógvarframleiðslu. Um tilfarið vísir seg at roynast betur, fært tú einar ókeypis Ahinsa skógvar.
Haldbarir og vanntættirAhinsa Sundara Trek roynast væl í váta veðurlagnum í Føroyum. Væta verður hildin úti. Límið er sera sterkt og tolir nógvar Km. Tilfarið er haldbart, bæði í mun til slit og liti.
Støddartalva
Long á fóti (í millimetrum) |
Tín Ahinsa stødd |
226 | 36 |
227 - 232 | 37 |
233 - 237 | 38 |
238 - 243 | 39 |
244 - 250 | 40 |
251 - 256 | 41 |
257 - 264 | 42 |
265 - 270 | 43 |
271 - 276 | 44 |
277 - 283 | 45 |
284 - 290 | 46 |
291 - 296 | 47 |