V-Alpha eru teir ultimativu All-Round skógvarnir, sum geva tær eina feita og sansaríka uppliving á bæði fjallatúrum, gongutúrum, í fitness, ella hvar tú enn nýtir teir. - Føroyskur bestsellari!
V-Alpha Teir geva tær max berfótakenslu og viga stórt sæð onki -Bert uml. 139 gramm.
Eru lítlir í støddini, vel tí 1-2 støddir størri enn vanligt.
MegaGrip botnurin hevur tær framúr gott fest í bæði vátum og turrum lendi. So skalt tú klintra og ganga í brattlendi, so nýt einar FiveFingers við MegaGrip botni so sum V-Alpha ella V-Trail
Vibram FiveFingers V-Alpha gevur framúr góða kroppsansan og fimi. Tú ert rætt og slætt tryggari á fótum!
V-Alpha líkjast KSO-EVO (ið vit viðmæla sum tað mest minimalistiska amboðið til innandura venjing), har V-Alpha er besta valið til minimalistiska berfótaíðkan uttandura men er annars eisini væl umtóktur All-Round skógvar til bæði innandura og uttandura nýtslu.
Bendiligi gummi sólurin er gjørdur av Vibram Megagrip, ið tryggjar gott festi og langt haldbari, bæði í turrum og vátum viðurskiftum.
Fyrimunur við Bibbuskóm annars:
- Gevur rættan kropsburð
- Rætta upp skeivar føtur
- Betri fimi og úthaldni
- Sterkari føtur og bein
- Minni slit á liðir
- stuttligari rørsla
Nærlýsing:
- 3,7 mm uttarsolla úr gummi
- 2 mm innarasolla úr skúm fyri betri komfort
- 50/50 uld/syntetisk tilfar fyri at fóturin skal anda betri og fyri at minka um lukt
- Maskinvask: kalt/ luftturkast
- Vekt: 139 gram
Støddir - Kvinnur |
Centimetrar
|
36 |
22,55 cm
|
37 |
23,18 cm
|
38 |
23,81 cm
|
39 |
24,45 cm
|
40 |
25,09 cm
|
41 |
25,7 cm
|
42 |
26,4 cm
|
Støddir |
Centimetrar
|
40 |
25,40 cm
|
41 |
26,04 cm
|
42 |
26,67 cm
|
43 |
27,31 cm
|
44 |
27,94 cm
|
45 |
28,58 cm
|
46 |
29,21 cm
|
47 |
29,85 cm
|
Soleiðis mátar tú fótin:
- Stilla teg við hælinum móti einum veggi.
- Legg eitt mátiband undir hvønn fót og máta undir fótinum frá hæl til ta longstu tánna.
- Nýt ta longra mátið av hesum báðum mátunum .
- Um fótlongdin sveiggjar meira enn 4mm, er tað torført at fáa skógvarnar at sita væl á báðum fótunum.
- Um tá nr 2 er meira enn 4mm longri enn stórutá, er tað torført at fáa skógvarnar at sita væl.
GG! Sokkar leggja vanliga 1 mm afturat allan vegin runt um fótin.
Hvat nú um støddin er skeiv?
So longi vøran er óbrúkt og í nýggjum standi, kanst tú frítt býta um til arða stødd ella vøru innan 30 dagar eftir at hon er keypt. Boða okkum frá á ravna@ravna.fo
Hvat um eg angri keypið?
Vit vita, at netkeyp ikki kann samanberast við at keypa í einum fysiskum handli. Tí hava vit longt innlatingarfreistina til 30 dagar, har tú frítt kanst bera vøruna aftur og fáa peningin endurrindaðan- Hav tó í huga at vøra skal vera óbrúkt og í nýggjum standi. Boða okkum frá á ravna@ravna.fo