Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Hví berfótaskógvar til børn?

Føtirnir leggja grund fyri ein heilsugóðan og vælvirkandi kropp.

Smáu føtirnir hjá børnum hava tørv á góðum umstøðum at mennast, soleiðis at tey fáa eina góða og stuðlandi grund til ein sterkan kropp. Hetta soleiðis at barnið kann liva eitt virkið lív, uttan pínu og løstir. Um skógvarnir ikki hava eitt hóskandi skap til føturnar, kann hetta hava víðfevnandi avleiðingar restina av lívinum.

Hví hava skógvarnir eitt serligt skap?

Nei, tað er ikki fyri at gagna føtrunum, at vanligir skógvar síggja út sum teir gera...

Skapið á skónum, ið vit vanliga nýta, hava uppruna frá tí tíðini, har ross vóru okkara høvuðs flutningur. Tá skuldu skógvarnir glíða lættliga inn og út úr ístigunum, uttan at vandan at sita fastir. Hetta var orsøkin til at man spískaði skógvarnar framman, gjørdi teir smalri, botnin stívari og legði hæl undir botnin. - Føtirnir skuldu ikki kunna glíða heilt ígjøgnum ístigarnar. Slíkir skógvar vóru praktiskir og høvdu týdning fyri trygdina hjá fólki á rossi. 

Soleiðis sær gerandisdagurin tó ikki út fyri tey flestu longur. - Slett ikki hjá børnum. Allar føtur hava tørv á plássi, frælsi og møguleikan at boyggja og liða.

Hvønn týdning hevur skapið fyri fótin?

Vit hava tíverri hildið fast í einum gomlum skógvaskapi í okkara mentan, og hetta hevur beinleiðis avleiðingar fyri formin á okkara føtrum.

Spísk, avrundaði ella symmetrisk skógvaskap, umframt sum heild ov smalar skógvar, gevur alt ov lítið pláss til at tærnar kunna spreiða seg, javnviga okkara vekt, og forma seg eftir lendinum/undirlagnum. Tá ið stórutá verður trýst inneftir, vil hetta kunna viðføra løstir, so sum buglur, niðursett blóðrensl í føtrunum, ið aftur kann viðføra bruna í tóm, liðum og svanga. Nevnu løstir og skaðar eru til nógvan ampa og pínu, sum darva persóninum í gerandisdegnum, og ger tað trupult at liva eitt virkið lív.

Stívir og tjúkkir skógvabotnar forða fyri at føtirnir kunna liða og rulla tá ið vit ganga, ið viðførir føll, manglandi kroppstilvitsku, og sum heild ger persónin meiri klombrutan. 

Hækkaðir hælir, bert nakrir fáir millimetrar broyta vinkulin í koku og lendum, ið aftur ávirkar allan kroppsburðin og gevur skeivt slit á rygg og liðir. Hetta økir um vandan fyri skaðar og løstir.

Flestu skógvar noyða kroppin til at taka longri stev og at lenda á hælinum fyrst. Teir darva sostatt okkara natúrliga máta at ganga og røra okkum uppá.

Hyggur tú eftir børnum sært tú at tey, heilt av sær sjálvum, ganga natúrliga. Tey taka styttri fet og lenda longri frammi á fótinum, soleiðis at føtirnir kunnu virka sum teir stoytdoyvarirnir, ið teir eru skaptir vera.

Hvat eru so berfótaskógvar?

Berfótaskógvar hava sum meginreglu, at teir hava tunnan, bendiligan botn, uttan nakran hæddarmun í hæli ella framman. Botnurin er púra beinur, so allur fóturin hevur eins gott samband við lendið. Berfótaskógvar hava somuleiðis gott pláss til allan fótin og atskiltum tóm, har stórutá sleppur at varðveita sína natúrliga støðu, sum er beint fram. Teir geva ongan stuðul og onga fjarðing í botninum. -Ongar avmarkingar!

So lítið av "skóm" sum gjørligt

Berfótaskógvar loyva sostatt føtrunum at mennast og styrkjast. Góðir berfótaskógvar skulu einans verja fyri skaðandi lutum - ikki veita tarnandi stuðul, óneyðuga stoytdoyving ella forma føtirnar. Onki av hesum er neyðugt ella gagnligt fyri at menna vælvirkandi føtur, góða javnvág ella liðir. 

Liðirnar hjá smáum børnum eru bleyt og ávirkast lætt av langtíðar ávirkanum. Berfótaskógvar eru tí upplagdir fyri at tryggja, at teirra føtur og kroppar fáa bestu treytir fyri eina heilsagóða menning, við fríum rørslum og fjøltáttaða styrki, ið vil gagna teimum alt lívið. Hetta er orsøkin til at vit viðmæla berfótaskógvar til børn!

 

Ravna hevur Belenka Panda vetrar-berfótaskógvar á goymslu í svørtum og ljósareyðum