Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Hvørjar bibbuskógvar skal eg velja?

Nú tað av álvara várar, merkja vit týðiliga ein eftirspurning eftir bibbuskóm.

Ljósu dagarnir og bjartari tíðir gevur okkum hug at royna okkurt nýtt, fríkst og gott. Bibbuskógvar eru júst tað.

Spurningurin vit ofta fáa er, hvat modell skal eg velja?

Hóast allir bibbuskógvarnir kunna nýtast til alt, so eru teir sergjørdir til hvør sítt endamál.

Fyrst skalt tú spyrja teg sjálva/-n. Vil eg í høvuðsheitum brúka teir úti ella inni?

Vilt tú út at tuska skalt tú umhugsa:

  • V-Alpha

           ella

  • V-trail,

vit lýsa teir niðanfyri:

V-Alpha:

Ein góður All-Round skógvur. Tunnur og lættur, men tó harðførður. Hevur ein vatnavvísandi yvirpart, ið eisini hevur hitandi eginleikar frá ullini. Botnurin hevur ein Mega-Grip solla við einari tunnari skúmplátu, ið ger hann bleytan og fjarðandi at ganga í á t.d. á asfalti. Harafturat gevur hann tær sera gott festi hvar enn tú fert.

  • V-Alpha gevur max berfóta kenslu til uttandurabrúk. Men er somikið bleytur og smidligur, at hann riggar væl til innandura eisini.

Ert tú meira til offroad action? -So les um V-Trail niðanfyri.

V-Trail:

Er Off-Roadariiiin. Hann er uppaftur robustari enn V-Alpha og gevur somu kroppsligu/berfóta fyrimunir sum allir hinir bibbuskógvarnir. Hesin hevur bara ein harðari botn, so tú trygt kanst tuska á gróti og grúsi, uttan at kenna mishuga á grovum lendi.

  • V-Trail gevur somu berfóta fyrimunir sum hinir, men gevur betri verju á grovum lendi, so sum grót og grús.

Men skal tað verða innandura, so viðmæla vit KSO-EVO ella V-Train, sí niðanfyri, 

KSO-EVO:

Best-sellarin í øllum heiminum. Tann tynsti og lættasti skógvurin av øllum bibbuskómum hjá Vibram. Hann kennist sum ein handski, og fyri minimalistin, tann allar lekrasti at ganga í.

Tunna sniðið merkir tó, at hann ikki er vælegnaður til útibrúk, annað enn lættari gongutúrar. Men er tó fantastiskur at ganga í sunnanfyri, í staðinfyri sandalir. 

Sera góður fitness skógvur sum gevur tær meiri power, betri javnvág, og heilt sikkurt stuttligari venjing. 

  • KSO-EVO: Heimsins mest seldi Vibram FiveFinger og er tann mest minimalistiski í røðini.

V-Train:

Ein robustari versión av KSO-EVO, og er perfektur til meiri rokaligan ítrótt. Er upprunaliga mentur til Crossfit venjing. Hann er forstyrktur í síðunum, umframt hevur ein tjúkri yvirpart. Deiligur og bleytur at vera í, og gevur somuleiðis avbera góða javnvág, power og fantastiskar venjingar.

  • V-Train er tann ultimativi, stuðlandi og harðføri skógvurin til power-ítrótt, so sum cross-fit. Summi nýta hann enddá til hondbólt, og tað er hann allarhelst perfektur til eisini.

Sum nevnt áður, nýtist tú ikki at yvirkomplisera hvønn skógv tú skalt velja.

Allir kunnu sagtans nýtast til alt.

Men eg persónliga (Michel) skilji væl at man gjarna vil finna tann rætta. So um tú ivast enn, so skalt tú vera so hjartaliga vælkomin at skriva ella ringja, so hjálpi eg tær at finna tann rætta skógvin til tín.