Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Hvat eru berfóta skógvar fyri nakað?

Berfótaskógvar eru minimalistiskur fótbúnaður, sum er gjørdir til, at føtirnir kunna røra seg so nátúrligt sum gjørligt. Teir eru sera lættir, sera bendiligir, og altíð sniðgivnir við komfort í huga. Tær neyðugu funkurnar, eins og arðir skógvar hava, so sum ein solla, lissur, síður, yvirpart o.s.fr., eru sjálvandi varðveittir. Men berfóta skógvar geva tær nakrar alvorliga hentar fyrimunir, sum vanligir, polstraðir, skógvar ikki kunnu geva. 

 

Hvat er serligt við berfóta skóm?

Lættir: Berfótaskógvar eru gjørdir av minni. Teir hava tynri solla, og onga polstring. Hetta ger tað møguligt at skapa deiliga lættar skógvar.

Bendiligir: Av tí teir eru gjørdir úr minni tilfari, eru skógvarnir eisini sera bendiligir. Tað merkir at skógvurin fylgir øllum rørslunum í føtrunum.

Flatir: Tjumsuttir sneakers, og renniskógvar hava nógva polstring í sollanum, og eru ofta hægri í hælinum. Berfóta skógvar eru púra flatir og javnir í botnum. Tað ger at allur fóturin fær nærri samband við jørðina.

Vídd: Flestu berfótaskógvar hava ein tættsitandi snið, men geva samstundis rúm fyri, at føtir og tær hava ta pláss teimum tørvar. Ofta hava teir eitt víðari fótformað snið framman, ið ger teir eyka makligar at vera í.

 

Hvat eru berfótaskógvar góðir fyri?

Berfótaskógvar loyva føtrunum at røra seg nátúrligt, tí teir forma seg eftir teimum. Hetta kann betra um kroppsstøðu/holdning, kroppssansan, umframt at styrkja beinini.

Síðan menniskjan varð skapt, hava vit gingið berføtt. Hóast dagsins samfelag er ein asfalt fløta, er ivasamt hvussu snilt tað hevði verið gingið heilt berføtt í dag. Tó kunnu góðir berfótaskógvar geva okkum somu fyrimunir, ið okkara forfedrar einaferð høvdu.

Komfort: Ein av høvuðsorsøkunum til at berfóta skógvar eru so vælumtøktir, er tí teir eru so behageligir at vera í. Teir eru gjørdir til at geva tær eina skógva-leysa kenslu, tí er alt, ið skapar strongd fyri føtirnir tikið burtur. Føtirnir skula hava pláss at røra seg, fyri at virka best, soleiðis at tú virkar best!

Betra um kroppburð: Tjúkkir hækkaðir skógvabotnar forstýra okkara nátúrliga rørslulag, ið kann føra til eitt óheppið og slítandi rørslumynstur. Skógvar, ið eru hækkaðir aftan, geva okkum lyndi til at lena okkum aftureftir, fyri at javnviga fyri hæddarmunin. Tí eru berfótaskógvar flatir.

Betri kroppssansan (propriceptión): Aftur her, so forstýra tjúkkir, polstraðir skógvar okkum, ofta uttan at vit vita av tí. Spakuliga missa vit tilvitskuna um rætta nátúrliga kroppstøðu og rørslur, meir og meir. Rørslumynstur og geislarøðin verður forstýrað av mátanum vit ganga, og røra okkum sum heild. Berfótaskógvar leiða okkum aftur til upprunan, og natúrliga javnvág og flestu fólk uppliva skjótt eina stilla broyting í kroppinum.

Sterkari føtur: Tjúkkir polstraðir skógvar ger at føtirnir vikna meir og meir yvir tíð. Føtir kunna blíva rættiliga kroystar av at ganga í skóm í ein heilan dag. Hava teir heldur ikki rúm at røra seg nátúrliga, missa teir bæði styrki og evnini at fjaða.

Nú tú veit meira um hvat góður fótbúnaður er, kanst tú vera meira tilvitað/ur um tína skógva nýtslu. Síggj Berfótaskógvar sum eitt amboð til at varðveita vælvirkandi føtir, og góðan kroppsburð.

Stúr ei fyri at tú nú má blaka allar tínar flottu skógvar vekk! Eitt kvøld ella tvey í høgum hælum er ein leikur, tá ið tínar føtur og kroppur annars rørir seg rætt hinar dagarnar.

Um hetta kveikti tín áhuga fyri berfótaskóm, so vil eg fegin bjóða tær at síggja okkara úrval av Ahinsa, og Five Fingers. Skógvarnir eru valdir útfrá góðsku, tí vit raðfesta funktionallitet. 

Takk fyri tú las við

Kærar heilsur Michel

-Eigari og berfótaentusiast