Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Tá skaðarnir fyrst eru komnir, eru teir ringir at bøta um aftur

Er tað eitt lættilsi at lata teg úr skónum tá tú kemur heim?

Um tú ger, so er tíð til eina broyting.

Sjálvandi, um tú ongantíð hevur følt nakað keðiligt í fótunum, haft pínu ella skaða, kann tað vera ringt, at síggja meiningina í bibbuskóm. Tí, vit kunnu gott blíva samd um, at teir eru.... Ørvísi.

Men legg tær hetta í geyma. Fólk, við fóttrupuleikum, stríðast illa. Og tá ið skaðarnir fyrst eru komnir, eru teir ringir at bøta um aftur.

Eru føtirnir kaputt so er restin strævið. Men tíbetur finnst alverdens tøkni og vitan til at halda tær allarflestu føtirnir sterkar og heilsumiklar.

Fyrsta stig er at brúka føtirnir og lata teir røra seg. Og har eru Bibbuskógvar títt besta amboð.

Fyrimunir við at nýta bibbuskógvar javnan eru m.a.:

- Betri kropsburð

- Rætta upp skeivleikar

- Endurskapa nátúrligt rørslumynstur

- Betri proprioseptión

- Komfort

Ting at hugsa um tá ið tú byrjar

Set tíð av til tilvenjing.

Um tú hevur gingið í polstraðum skóm alt títt lív, kanst tú ikki vænta at kunna fara út at renna eitt marathon beinaveg.

Bibbuskógvaframleiðarin viðmælir altíð, at man venur seg við at ganga í skónum fyrst, og síðan fara víðari til longri túrarar, fjallatúrar, renning, og annan meira krevjandi ítrótt.

Um tú hevur heilsuligar feilir í føtrum, so sum plattfót ella niðursokkið svaj, eigur tú altíð at ráðføra teg við serfrøðing í tilvenjings tíðini av bibbuskóm.