Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Føroyingar vilja hava berfótaskógvar til útibrúk

Síðan Ravna.fo lat upp fyri einum góðum mánaða síðan, hava vit sæð eitt týðiligt rák um at Føroyingar velja Bibbuskógvar til uttandura nýtslu.

V-Alpha bæði til kvinnur og menn, er tað modellið, ið fólk leita eftir og keypa.

Hesin skógvurin er eisini ein deiligur berfóta skógvur og eitt gott val til All-Round nýtslu. Hann er hampuliga tunnur, men tó robustur og gevur nóg mikið av verju til at verða ein deiligur túr, renni og fjallaskógvur. 

Í mun til KSO-EVO kennist hann bleytari at ganga í, tí sollin hevur eitt tunt skúmlag, ið ger V-Alpha til ein hugaligan skógv at ganga og renna í. 

Útirákið førdi eisini til at vit nú eisini hava fingið V-TRAIL skógvin heim. 

Hetta er skógvurin til teir heilt knortlutu túrarnar á steingøtum og rokutar fjallatúrar.

V-TRAIL er uppaftur robustari, men loyvir fulla fótrørslu og góða proprioseptión.

Í sollanum hevur V-Trail 3D cocoon tøkni, ið er eitt fiburnet, ið verjir og javnar trýst av steinum og ørðum hørðum lutum, ið man ikki hevur hug at traðka á.

Vit eru sera spent at vita hvussu fólk taka ímóti V-TRAIL