Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

🕊️Ein Ahinsa-heilsan🕊️

Jólini nærkast í hvørjum. Helst stákast tit heima, keypa jólagávur o.s.fr. Vit vilja fegin nýta høvið at greiða eitt sindur frá Ahinsa skónum. Vit halda, at teir eru sera hóskandi í hesum tíðum. Ahinsa er sprottið úr indiska orðinum Ahimsa, ið merkir við friði, við kærleika, og uttan harðskap.

Ahinsa byggir júst á hesa hugsjón, har allir lutir eru hugsaðir ígjøgnum. Alt tilfarið og øll framleiðslugongdin er umhvørvisvinarlig og trygg, fyri bæði djór og menniskju.

100% veganskir og slitsterkir

Ahinsa skógvarnir eru 100% veganskir - Onki djór hevur latið lív. Og tú skal ikki óttast fyri góðskuni tí hetta veganska leðrið er avbera slitsterkt -faktisk sterkari enn ektað leður, tað hava tey testað.

Vatntættir og mjúkir

Ímynda tær at ganga í oysandi regni og verða púra turr/-ur um føturnar, í skóm, sum følast sum mjúk skýggj at ganga í? Júst soleiðis følast eru Ahinsa skógvarnir. Frálíkir til tað føroyska verðurlagið, og uppaftur betur fyri heilsuna at ganga í.

 

Hvat fært tú fyri pengarnar?

Prísurin fyri t.d. Ahinsa Winter Comfort er 1.559 kr. Fyri hesar pengarnar fært tú einar heilsugóðar, skýggj-líknandi, lættar og vatntættar skógvar. Gevur tú teimum eitt píst av okkara umhvørvisvinarligu, eiturfríu vætuverju frá 2GO, so hevur tú einar kærar skógvar í fleiri ár. Ja- vit eru eitt par, sum hava brúkt okkara Ahnisa skógvar stórt sæð út í eitt, árið runt, síðan 2020 - og vit brúka teir enn.

 

Seinastu pørini - Ahinsa kemur helst ikki aftur

Tey pørini, ið vit eiga á goymslu nú, eru tíverri helst okkara seinastu. Orsøkin er órógv í flutningi frá okkara veitara í Ungarn.Viðv. støddini, so vel 1 nr. størri, enn tú nýtir vanligt.