Lipscrub við mango er ein lekkur sukur peeling til varrarnar, ið varliga tekur burtur deyðar húðkyknur og stimbrar blóðrenslið í vørrunum.
Gagnliga tilfarið frá natúrligum oljum og voks, gevur vætu, føðslu og mýkir viðbreknu húðina á vørrunum.
Scrubbið útjavnar varrarnar og ger tær bleytar og mjúkar. Jojobaoljan er serliga góð til turra húð vegna sínar góðu vætugevandi eginleikum.
Tolure Lipscrub inniheldur eisini sólkjarnuolju ið verður lættliga upptikin í húðina. Býfluguvoks leggur eitt ,júkt verjandi lag, og virkar dempandi til turrar, spotnar varrar.
Kakaosmør hevur eisini ein dempandi virknað og fær húðina at kennast lekra og mjúka.
Við øllum hesum góðsku tilfarinum fáa tínar varrar nógva føðslu og verju so tú kanst hava flottar vælrøktar varrar.
Fyrimunir:
- Gevur føðslu og vætu.
- Tekur varliga burtur deyðar húðkyknur.
- Økir blóðrenslið til varrarnar.
- Gevur slættar, bleytar og mjúkar varrar.
Nýtsla:
Nýt eftir tørvi. Smyr á við sirkulerum rørslum. Nýt feittstift ella líknandi aftaná
E-vitamin (tocoferol) er ein antioxidantur, ið gevur vørrunum føðslu innanfrá.