
Hairplus gevur tær:
Tættari brýr
Egnað til bæði kvinnur og menn
Kann nýtast til permanent makeup
Gevur sterkar, tættar eygnavippur
Styrkir hárstrukturin
Mótvirkar hármiss
Longri og tættari vippur
Virkar stimbrandi og yngjandi
Tolure Hairplus serum til vippur og brýr er til tín, sum ynskir at fáa longri og fyldigari vippur, ella um tínar brýr hava berar blettir, so er Hairplus til tín!
HairPlus er eitt nýskapandi serum, sum geva tínar vippur og brýr eina dragandi útsjónd. Vippurnar sleppa at vaksa so langar sum tær kunnu og gerast tjúkri og tættari.
Eisini til brýr
Hairplus riggar eisini til brýr. Nógv nýta serumið til at fylla út berar plettir í brýrnum. Skal ikki nýtast til hárbotn ella kroppshár.
Soleiðis virkar Hairplus
Stimbrar hársekkirnir og fremja nátúrliga vøksturin av vippum og brúm via bio-peptidum, ið styrkja strukturin í hárunum og mótvirkar tí at hárið dettur av.
Húðin rundanum vippunum og brýrnum er serliga týdningarmikil. Tí inniheldur Hairplus Vitamin A,C og E fyri at geva húðini bestu føðsluna, umframt at verja hana móti skaðandi ávirkan frá umhvørvinum.
Harafturat er tilsett ginseng úrdráttur, ið økir um blóðrenslið í økinum. Hetta økir tilførsluna av føðsluevnum, ið øksir um hárvøksturin so vippurnar/brýrnar náa sítt mestu long og tjúkd.
Panthenol og blómu- og frukt úrdráttir er eisini tilsett fyri at mýkja hárini og linna húðina.
GG: Hairplus er ein sera virkin vøra og kann geva svíðan og roðan í eygna økinum at byrja við. Tá ið húðin hevur vant seg við virknið, forsvinna tekini aftur.
Hevur tú eyka følin eygu ella turr eygu viðmæla við Tolure Hairplus X10 Lash.
Nýtsla:
1x dagliga. Hvørt kvøld á reint og vaskað andlit. Smyr eitt tunt lag serum á ovara og niðara vippukant. Nýtir tú tað til brýrnar, so smyr á har tú ynskir meira hárvøkstur.
Ein Tolure tuba varar uml 3 mrð fyrstu ferð. Eftirfylgjandi tubur vara væl longri.
Tolure Mascara
Vís fram tíni dramatisku og dragandi eygu
Kolasvarti liturin frá mineralevnum fær tíni eygu at sýnast vakin og fær eina og hvørja kvinnu at kenna seg sum eina drottningvið vøkrum atskiltum eygnavippum. -Fá enn flottari vippur saman við tí vælumtókta Hairplus® vippuseruminum.
Nørir vippurnar við einari røð av føðsluevnum
BLACKTONATURE maskara'in inniheldur natúrlig evnir og essentiellar oljur, sosum mandelolju, ricinusolju, Berry voks, vitamin E, sólkjarnuolju og vistfrøðiliga agurk úrdrátti som alt gevur vippunum fyllu og syrgir fyri vakrar atskiltar eygnavippur. Gevur eisini ein lekran frískan lukt, tá ið tú smyr á.
BLACKTONATURE inniheldur ikki E120 (carmin-fri), silikonefrí, ikki-testað-á-djór, frí fyri hormonum og mikroplastikk.
Testað av eygnalæknum (Oftalmologisk testet)
Nýtsla:
Tolure ® maskarabustin gevur eina zigzag rørslu, ið ger maskaraina lættari at smyrja á. Smyr fleiri løg fyri meira fyllu.
* frá sertificeret vistfrøðiligum landbrúki
** frá nátúrligum eteriskum oljum