
Berfótastivlar til veturin, sum kunnu tað mesta!
BeLenka Ranger 2,0 eru ein betrað útgáva av vælumtóktu Heyst/ Vetrar/ Hiking stivlunum "Ranger". Les um meira niðanfyri
- Oljað nubuck leður heldur føtrunum turrum. Hetta er ta modellið hjá Belenka, ið er mest vatntætt.
- Fóðraðir við heitum fleece.
- Nýggi anti-slip botnurin við Winter Grip gevur tær sera gott festi á ósløttum lesti og í hálku (Tó verður altið viðmælt at nýta píkar í hálku)
- Bjálvaða skótungan fjálgar eyka um, og stroppurin aftan ger teir lættar at sleppa í.
- Bendiligan WinterGrip berfótabotn, sum ger, at tú hevur gott festi og betri javnvág, eisini í hálku.
- Rúmligi forparturin tryggjar tærnum pláss , ið gevur tær einastandandi komfort, javnvág og kroppsburð.
- BeLenka Ranger 2,0 gevur tær røttu berfótakensluna og so tú kanst ganga rætt og natúrlig, júst, sum vit eru skapt at gera.
Fáast í litunum: Fáast í 3 litum: Dark Brown, Dark Blue, reyðum og nú eisini í Forrest Green.
Fyrimunir- Fóðraðir og heitir
- Fótskapað snið
- Sera bendiligan solla við Wintergrip
- Onki hall í botninum (Flatir frá hæli til tá)
- Natúrligt gongulag, ið styrkir javnvágina og kroppsburð
- Sterkar og heilsugóðar føtir og undirbein
- Hondgjørd hágóðska úr EU
Soleiðis mátar tú fótin -GG! Smáir í støddini
Set fótin inn ímóti ein vegg og máta á innaru síðuni á fótinum, frá vegginum og fram til ta longstu táina. Vit viðmæla at leggja 5 - 12 mm afturat mátinum, fyri at finna bestu støddina, sí støddartalvu niðanfyri. Til ber eisini at printa út henda frymilin, har tú leggur fótin á skjalið og sær hvat stødd hóskar best til tín.
Støddartalva.
Hvat nú um støddin er skeiv?
So longi vøran er óbrúkt og í nýggjum standi, kanst tú frítt býta um til arða stødd, ella vøru, innan 30 dagar eftir at hon er keypt. Boða okkum frá á ravna@ravna.fo
Hvat um eg angri keypið?Vit vita, at netkeyp ikki kann samanberast við at keypa í einum fysiskum handli. Tí hava vit longt innlatingarfreistina til 30 dagar, har tú frítt kanst bera vøruna aftur, býta um ella fáa peningin endurrindaðan,- Hav tó í huga, at vøra skal vera óbrúkt og í nýggjum standi. Boða okkum frá á ravna@ravna.fo
ViðlíkahaldBelenka Nevada NEO eru gjørdir úr Leðri og slitsterkum gummi. Tað verður viðmælt at viðgera leðrið við skófeitti/verju javnan. Vit viðmæla altíð at impregnera skógvarnar áðrenn tú nýtir teir fyrstu ferð.
Annars er gott at reingera teir javnan, soleiðis at skittur ikki turkar upp leðrið ella gummibotnin.
Upplýsingar annars
- Skógvar: Oljað Nubuck leður
- Fóður: Fleece, vatnavvísandi mambran
- Solli: Fleece og endurnýtt PU (kann takast úr)
- botnur (WinterGrip): Gummi.
Í berfótaskóm rørir tú teg natúrliga, unngongur troyttar føtur, sum avlastar liðir, betrar um kroppsburð og javnváð, umframt eina røð av ørðum heilsufyrimunum