Heinta, ella fá vøruna senda heim. Ókeypis frakt í Føroyum, um keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Belenka Barefoot Boots - Nevada - Chocolate

  • Load image into Gallery viewer, Belenka Barefoot Boots - Nevada - Chocolate

Vanligur prísur
1.479,00 kr
Søluprísur
1.479,00 kr
Vanligur prísur
Útselt
Unit price
pr. 
Íroknað MVG Shipping calculated at checkout.

Fjøltáttaðir berfótastivlar - Nú enn betri !
Nevada NEO rigga til nærum alt. Teir eru gjørdir úr hágóðsku Nubuck-leðri, og hava ein anti-slip botn. -Perfektir til gerandisnýtslu og túrar.

Vatnavvísandi og fjálgir

Góðir til kaldar, men tó ikki SO kaldar dagar. Hesir stivlarnir hava nakrar hentar eginleikar:

  • Hóska væl til heystið og mildari vetrardagar
  • Nýggi anti-slip botnurin gevur tær gott festi á ymiskum lendi
  • Bjálvaða skótungan fjálgar um, og stroppurin aftan, ger teir lættar at sleppa í.
  • Bendiligan berfótabotn, sum ger, at tú hevur gott festi og betri javnvág.
  • Rúmligi forparturin tryggjar tærnum pláss , ið gevur tær einastandandi komfort, javnvág og kroppsburð.
  • Vatnavvísandi leður heldur føtrunum turrum - Minst tó til at impregnera stivlarnar. Vætuverja til impregering fæst her
  • BeLenka Nevada Neo gevur tær lekru eyðkendu berfótakensluna, og so tú kanst ganga rætt og natúrlig, júst, sum vit eru skapt at gera.

Fáast í litunum: Mattum svørtum, Mustard, Dark Brown, chocolate, Sand & Dark Brown og Burgundy ( Bert upp til std. 41)

Fyrimunir

  • Fótskapað snið
  • Sera bendiligir
  • Zero Drop (Flatir frá hæli til tá)
  • Lættir
  • Natúrligt gongulag, ið styrkir javnvágina og kroppsburð
  • Sterkar og heilsugóðar føtir og undirbein
  • Fá stíl og heilsu í einum
  • Hondgjørd hágóðska úr EU

 Soleiðis mátar tú fótin -GG! Smáir í støddini, vel eina stødd størri, enn tú vanliga nýtir.

Set fótin ímóti einum veggi, og máta á innaru síðuni á fótinum, frá vegginum og fram til ta longstu táina. Viðmælt verður, at leggja 5 - 12 mm afturat mátinum, fyri at finna bestu støddina, sí støddartalvu niðanfyri. Til ber eisini at printa út henda frymilin, har tú leggur fótin á skjalið, og sær hvat stødd hóskar best til tín.

Støddartalva.

Hvat nú um støddin er skeiv?

So longi vøran er óbrúkt og í nýggjum standi, kanst tú frítt býta um til arða stødd, ella vøru, innan 30 dagar eftir at hon er keypt. Boða okkum frá á ravna@ravna.fo

Hvat um eg angri keypið?

Vit vita, at netkeyp ikki kann samanberast við at keypa í einum fysiskum handli. Tí hava vit longt innlatingarfreistina til 30 dagar, har tú frítt kanst bera vøruna aftur, býta um ella fáa peningin endurrindaðan,- Hav tó í huga, at vøra skal vera óbrúkt og í nýggjum standi. Boða okkum frá á ravna@ravna.fo

Viðlíkahald

Belenka Nevada NEO eru gjørdir úr Leðri og slitsterkum gummi. Tað verður viðmælt at viðgera leðrið við skófeitti/verju javnan. Vit viðmæla altíð at impregnera skógvarnar áðrenn tú nýtir teir fyrstu ferð.

Annars er gott at reingera teir javnan, soleiðis at skittur ikki turkar upp leðrið ella gummibotnin.

Upplýsingar annars

  • Skógvar: Nubuck leður
  • Fóður: Leður og tekstil
  • Solli: Bummull
  • botnur: Gummi.

Í berfótaskóm rørir tú teg natúrliga, unngongur troyttar føtur, sum avlastar liðir, betrar um kroppsburð og javnváð, umframt eina røð av ørðum heilsufyrimunum