Ókeypis frakt, tá ið keypt verður fyri 1.000 kr. ella meir.

Kann títt val av skóm ávirka tína immunverju?

Nú kuldin sníkir seg inn á okkum, og influensasesongin bankar uppá dyrnar, eru tað óivað fleiri, sum brynja seg við C-vitaminum og ørðum góðum viðmælum, fyri ikki at gerast sjúk. 

Visti tú, at lata teg úr skónum, kann kveikja tína immunverju? Vit greiða nærri frá niðanfyri.

Okkara kroppur er ein væltunað maskina, sum hevur avbera góðar fyritreytir at virka til UG. -Treytað av, at allir deilirnar rigga, sum teir skulu!


Men hvat hendir, um ein deilur tarnast, ella gertst óvirkin?
Alt ov nógv skógvasnið varða als ikki um okkara føtur. Royn tú og tak skógvainnleggini úr tínum skóm, og stilla teg á tey við fullari vekt. Spreiðast føturnar útum kantarnar á innleggunum? Um so er, so gongur tú í skóm, ið beinleiðis avskapa tínar føtur.

Tínar føtur virka sum maskindeilir:

  • Plasseringin av tínum tóm ávirka, hvussu allur fóturin virkar.
  • Føturnar ávirka víðari upprættana og støðuna av øklaliðnum, ið aftur ávirkar knøini og mjadnarnar.
  • Mjadnarnar avgera støðuleguna hjá kokuni og rygginum (Lendar, rygg, bringu og), og at enda nakkan.

Hvør deilur hevur eina umráðandi funktión sum ávirka hvørja arða, bæði gott og ringt.

Tá ið ein hevur ein góðan kroppsburð, eru allir berandi deilir sameindir og í javnvág.

Endurskapa tað grundleggjandi, berandi liðið

Ímynda tær, at tú nú skal rætta upp tað grundleggjandi, og berandi liðið á maskinuni. Tað noyðist at fáa ovmikið av plássi til at snara, sum tað eigur, fyri at virka optimalt.

Júst hetta hendir, tá ið tú letur teg úr skónum - ella skiftir til einar skógvar, ið vara um nátúrligu funktiónirnar. Brádliga, hevur allur kroppurin tað rætta fundamentið at virka í. -Soleiðis, sum náttúran hevur skapt okkum:

  • Tú rættast upp - Kroppurin gevst at kollapsa niður á seg sjálvan.
  • Tíni gøgn finna sítt nátúrliga pláss, soleiðis at teir eisini sleppa at virka optimalt.
  • Vøddaspenningar av at kompensera fyri ringum kroppsburði svinna burtur, soleiðis at blóðrenslið betur kann skola út ótørv. 
  • Lymfuskipanin virkar betri. - Visti tú, at vánalig lymfuskipan kann elva til veikari immunverju?
  • Lunguni fáa meira pláss, soleiðis at tú kanst anda fríari, og veita meira súrevni til kyknurnar.
  • Natúrlig rørsla stimbrar tíni gøgn, sosum sodningarlagið. Hetta optimerar sodningina, ið aftur hevur ávirkan á immunverjuna.

Betri sálarheilsu gjøgnum tínar føtur

Hevur tú áður verið sjúk/ -ur av strongd? -So hevur tú persónliga merkt, hvussu stóra ávirkan sálarheilsan hevur á kroppsligu heilsuna. Og veitst tú hvat? Berfótagonga er eisini gott fyri sál og sinn.

Ofta verður greitt frá, hvussu okkara kroppsburður kann ávirka sinnalagið. At taka sær stundir til at rætta seg upp, kann faktiskt linna um strongd og ótta.

Ímynda tær nú, hvussu lívið hevði kennst, um tú føldi hesa deiligu upplyftandi kensluna altíð. Um tú gevur tærnum ta plássið, ið teimum tørva, og lærur teg at ganga natúrligt, so vil kroppurin, heilt av sær sjálvum, áhalda koma í javnvág og tú fært ein betri kroppsburð. Tá ert tú betri brynjað/ -ur ímóti lívsins avbjóðingum.

Eins og handalógvarnir, so føla og sansa føturnar heimin rundanum teg. Hetta kveikir og stimulerar heilan fyri hvørt einasta stev.

Ver varin við sokallaðum "berfótaskóm" ið breggja seg um tunnan solla, men tó hava eitt spískað táskap, eins og flestu sneakers og skógvar hava.

Vit vóna, at hesin lesnaður gav tær íblástur, soleiðis at tú, næstu ferð tú keypur skógvar til tín, ella tíni børn, ert tilvitað/ -ur um, hvussu skógvar kunnu ávirka allan kroppin, og heilsuna bæði ring og gott.

Ynskir tú at royna einar berfótaskógvar, eru vit altíð tilreiðar at veita ráð og vegleiðing.