Hví Bibbuskógvar?
Hvussu tilvitaði eru vit um føtir og skógvar vit nýta dagliga?
Hvussu ofta hevur tú ikki glett teg til at sleppa úr skónum tá ið tú kemur heim?
Hetta hevur nakað at gera við formin á skónum, í mun til formin á tínum føtrum. Flestu skógvar eru ikki fótformaðir. Tínar føtir eru tá kroystir í ein ónatúrligan form, ein stóran part av tíðini.
Vanligir skógvar vilja ofta:
- trýsta tærnar saman og vekk frá gólvinum
- lyfta hælin upp
- kroysta føtirnir inn eftir frá síðunum.
Hetta er nóg ringt meðan vit sita niðri. Og hvat hendir tá ið vit reisa okkum upp? Føtirnir víðkast.
Tá ið vit standa uppi mugu føtirnir bera tína vekt og halda javnvágina. Tá noyðast føtir og tær at spreiða seg. Øllum førum vildi tað nátúrliga hent, um vit nýttu skógvar, ið ikki forðaðu føtirnir at virka sum teir eiga. Hetta er orsøkin til at nógv gerast móð í føtrunum av at standa leingi.
Bibbuskógvar eru teir ultimativu berfótaskógvarnir, og eru 100% fótformaðir.
- Teir loyva tínum føtrum at hava 100% rætt samband við gólvið/lendið.
- Føtirnir sleppa at víðka eftir tørvi.
- Tærnar hava frælsið til at hjálpa tær við javnvágina, og festi meðan tú rørir teg.
- Teir verja teg við hørðum/hvøssum lutum, júst sum ein vanligur skógvur.
Tað besta er, at tú hevur ikki handan brennandi tørvin at sleppa úr teimum aftur eftir nýtslu.
Betri Javnvág
Okkara tær eru skaptar til at grípa í lutir og lendið. Hóast okkara tær eru stuttar í mun til t.d. apum, so hava teir ein týðandi leiklut í mátanum vit røra okkum á.
- Tærnar eru avgerandi fyri okkara javnvág.
- Hvør tá kann røra seg hvør sær. Tær gera allatíðina evarska smáar tillagingar fyri at halda eina góða javnvág, bæði tá ið vit standa still og tá ið vit røra okkum.
- Okkara føtir eru eisini rættiliga bendiligar. Teir kunnu fevna seg um steinar, røtur og arðar forðingar á leiðini.
- Vita hava hundraðtúsundavís av nervaendum í føtrunum, ið fáa alt hetta at virka.
Tá ið vit pakka okkara føtir inn í tjúkkar, stívar kassar (skógvar) missa vit eginleikan at fáa alt hetta at virka.
- Virknið í føtrunum er avmarkað
- Føtirnir røra seg minni
- Føtirnir bendast minni og nervarnir føla minni og minni.
Ístaðin koma vit til at halda javnvágina við øklunum, tjúkkunum, hoftunum, lendum og ørðum kroppspøtum. Kroppurin má tá arbeiða við lítlari hjálp frá føtrunum. Við tíðini gerast vøddar, spengur og nervarnir í føtrunum veikari og veikari vegna ov lítla nýtslu.
Men hvat gera vit so?
- Nýt skógvar, ið loyva tærnum at røra seg frítt.
- Nýt skógvar ið er nóg bendiligur at nervaskipanin sleppur at sansa gólvið og lendið, soleiðis at føtirnir kunnu svara og tillaga seg.
Endamálið við bibbuskómum er at stimbra um virknið í føtrunum. Teir eru sniðgivnir til at lata føtirnir og tærnar røra seg nátúrliga, júst sum var tú heilt berføttur.
Skógvarnir veita, sum arðir berfótaskógvar verju í botninum, og hava ein yvirpart. Nýt teir nakrar tímar um vikuna, til venjing, á túrum, á arbeiðsplássinum ella heima, og føl munin.